Góðu Tvøráfólk, góðu Suðuroyingar, góðu føroyingar og øll onnur, sum hava valt at møta upp og njóta hendan stóra dagin saman við okkum á Tvøroyri, hjartaliga vælkomin.
Hjartaliga Vælkomin á enn eina mentanarnátt á Tvøroyri.
Fyrsta mentanarnáttin varð hildin á Tvøroyri í 2013. Hesin dagurin hevur ment seg stigvíst hesi árini til nakað heilt stórt og spennandi, sum okur eru ómetaliga glað fyri og stolt av.
Tvøroyri hevur allar tíðir gingið undan og tað gera okur enn. Bæði tá talan er um mentan, list, ítrótti og einum sterkum vinnulívi. Okur bygdu fyrstu kei í Føroyum, stovnaðu fyrsta ítróttarfelag í Føroyum og hildu fyrstu jóansøku í Føroyum, á Tvøroyri í 1925.
Nútíðin og framtíðin eru minst líka vigtig, um ikki vigtigari, enn tað, sum fortíðin einaferð var!
Tað er framtíðin sum skal føra Tvøroyri enn longur fram á leið og tað eru okur í ferð við.
Tá ið á stendur, tá standa okur saman um Tvøroyri. Tað vísir søgan okkum. Hvørja ferð at aldudalar hava verið, so hava Tvørafólk tikið saman hendur og vent gongdini. Hvørjaferð! Slagorðini vóru altíð, arbeiðspláss, arbeiðspláss, arbeiðspláss og út frá tí er mentan og trivnaður sprettur.
Her sum okur standa nú, er hjartaðið av Mentanarnáttini, men annars eru flestu upplivingar innanfyri ein radius á góðar 100 fermetrar. Umframt at møguligt er at sigla yvir á Salt, mentanarháborgina í Føroyum.
Hetta er ein serligur dagur, við nógvum ymiskum tiltøkum, til allar aldurbólkar.
Tað eru fyritøkur á staðnum, almennir stóvnar, ítróttarfeløg og borgarar á Tvøroyri, sum saman við Tvøroyrar kommunu gera hetta til veruleika. Tað eru øllum hesum at takka fyri, at okur kunnu hava eina Mentanarnátt av hesi støddini.
Fyri at alt skal ganga upp í eina hægri eind, so mugu umstøðurnar og karmarnir vera til tað. Tí hevur Tvøroyrar kommuna brúkt nógva tíð og orku uppá gera umstøðurnar rundan um so innbjóðandi, sum gjørtligt.
Havnalagið er blivi ein fragd fyri eygað, líka sum nýggja havatrøðin omanfyri Faktorhúsini, gomlu Thomsens bygningarnir, sum Kommunan ognaði sær, hava fingið umfatandi umvælingar, vónandi til gleði fyri okkum á Tvøroyri.
Fortíðin er flettað saman við nútíðini. Men okur eru slett ikki komin á mál, tað koma okur ongantíð. Tí Tvøroyri flytir seg, allatíðina, allatíðina frameftir!
Góðu áhoyrarar, minnist til, at alt sum kommunan eigur, eiga øll sum búgva á Tvøroyri. Hvør einstakur borgari eigur sín part av Tvøroyri, sum í dag vil svara til ein part av 1755.
Ansið eftir tykkara parti av Tvøroyri.
Jeg vil heita á øll um at verða góð við Tvøroyri, farið væl við Tvøroyri og standið saman um Tvøroyri, tí tað eru okur øll, sum eiga Tvøroyri. Tað er her okur hava valt at búgva, tað er her okur hava valt at okkara børn skullu vaksa upp. Lat okum standa saman og lyfta Tvøroyri enn longur upp.
Jeg vil vegna Tvøroyrar Kommunu takka øllum hjartaliga fyri, at tykur aftur í ár hava gjørt tað møguligt, at skipa fyri enn eini mentanarnátt á Tvøroyri.
Tað er mín vón og mítt brennandi ynski at okur øll fáa eina góða mentanarnátt.
Nú kemur Jan Forná, at seta mentanarnáttina. Til tykkum sum ikki kenna Jan, so er Jan ein av okkara kæru Tvørasynum í útlegd. Jan er føddur og uppvaksin á Tvørábakka.
Jan er útbúgvin timburmaður á Tvøroyri. Áðrenn Jan fór av landinum, at nema sær útbúgving, sum verkfrøðingur, var hann ein okkara dugnaligu ítróttarfólkum, bæði sum hondbóltspælari og kapprógvari. Jan er m. a. føroyameistari í hondbólti og var Jan við til vinna fyri Tvøroyri, jóansøku- og á ólavsøkuróðurin við 10 mf Tvørabátinum í 1981.
Hetta er Heimlongsul til Tvøroyri, sum vil nakað, tí Jan sæst nú oftari og oftari á Tvøroyri og tað eru okur serstakliga glað fyri.
Taki væl ímóti Jan Forná.
-Bjarni Hammer-