11-07-2024
Kai Roest heiðraður við gullnál frá ÍSF
Á Tvøroyri eru nógvar eldsálir, sum eru gull verdugar. Hesi mongu fólkini lata nógva tíð og orku, dag um dag, viku fyri viku og ár um ár til frama fyri ítrótt og mentan, til stóra gleði fyri børn og ung her á staðnum, men ikki minst fyri okkara bý.
Uttan hesi mongu fólkini handan leiktjøldini hjá okkara ítróttarfeløgum, hevði tað snøgt sagt ikki borið til at skipa fyri ítrótti her um leiðir, eins og tað ikki hevði borði til hjá okkara ungdómi at luttakið til kappingar kring um Føroya land.
Eitt av okkara feløgum,
-ið enntá hevur sín Føroyska uppruna á Tvøroyri eins og Føroyskur fótbóltur byrjaði á Tvøroyri- er Tvøroyrar Borðtennisfelag stytt TBF. Tvøroyrar borðtennisfelag hevur síðan byrjan verði trúliga virkið á Tvøroyri og kundi hátíðarhalda 75. ára stovningardagin 23. februar í fjør. Meira kann lesast um TBF
her.
Og farna leygardag bleiv Kai Roest, virkandi formaður í TBF, ið er ein av hesum mongu fólkunum handan leiktjaldið, heiðraður við gullnál ÍSF´s fyri hansara trúgva stuðul og áhuga føroyskum ítrótt at frama”.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Borðtennissamband Føroya
her.
Mynd av Kai Roest við heiðursbrævi og gullnál ÍSF´s
Tvøroyrar kommuna ynskir Kai Roest hjartaliga til lukku við heiðrinum.