UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
15-07-2024

BRÆVATKVØÐUGREIÐSLA TIL KOMMUNUVALIÐ 2024

Kommunuval verður týsdagin 12. november 2024.

Veljarar, sum ætla at velja, men sum valdagin ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum at greiða atkvøðu, kunnu taka lut í valinum við at greiða atkvøðu við brævi.

Frá 12. juli 2024 at rokna kunnu sjófólk og onnur, sum ikki vænta at vera heima valdagin, og veljarar, ið eru staddir uttanlands, greiða atkvøðu við brævi.

Í øðrum førum, eitt nú um tú ikki fært møtt vegna sjúku, kann atkvøðuseðilin fyllast út í fyrsta lagi eina viku undan valdegnum, t.e. frá týsdegnum 5. november 2024. Tá skal boðast frá á kommunuskrivstovuni á tlf 611085 og síðan koma tvey fólk heim til tín, soleiðis at tú kanst greiða brævatkvøðu heima. Valstýrið útnevnir hesi fólk.

Ert tú innlagdur á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella heima.

Situr tú í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.

Ert tú uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.

Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Hetta er vanliga kommunuskrivstovan.

Brævatkvøðast kann á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri, ið er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 09:00 til kl. 15.00

Nærri kunning um kommunuvalið er at finna í løgtingslógini um kommunuval, sí her https://www.logir.fo/Logtingslog/44-fra-19-06-1972-um-val-til-allar-foroyskar-kommunur-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog  




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo