Gongst eftir ætlan, so verður nýtt graslíki lagt á sparkivøllin við Ítróttarhøllina í Trongisvági í morgin. Gamla undirlagið er nú tikið av og lokala fyritøkan Sp/f Bárður Hentze er, saman við arbeiðsmonnum úr Teknisku Deild, í ferð við at klárgera undirlagið, áðrenn fólk frá Idé Møblum og Domo koma at leggja undirlagið á.
Sparkivøllurin verður sera nógv nýttur og nú nýtt graslíki kemur á, við sand- og korkfyllu, so er væntandi at hann verður enn meira nýttur. Seinni í summar verður kringøkið við vøllin eisini dagført.
TVEIR SPARKIVØLLIR Í KOMMUNUNI
Eins og í Trongisvági, so er eisini ein sparkivøllur í Froðba. Hesin vøllur verður eftir ætlan dagførdur komandi ár, samsvarandi við tann í Trongisvági.