UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-07-2024

UNG Í ARBEIÐI UM AT VERA LIÐUGT FYRI Í ÁR

Millum tey ungu í Tvøroyrar kommunu er árliga átakið ”Ungí arbeiði” eitt kærkomið høvi til at forvinna sær nøkur oyru til summarfrítíðina. Tiltakið er væl umtókt og í ár hava uml. 40 ung verið í arbeiði tær 4 vikurnar, ið nú eru um at verða farnar.
Tað hevur ikki eydnast okkum heilt at finna út av júst nær heitið ”Ung í arbeiði” gjørdist ein partur av árligu ætlanunum hjá kommununi. Onkur vil vera við, at tað fyrst í nítiárunum og onnur meina, at vit skulu tættari at aldarskiftinum.
Ungdómurin hevur verið í gongd við ymiskt í býarmyndini, so sum at hampa fram við vegnum, sláa gras, mála, rudda og sópa.
fyrramorgun bjóðaði Tekniska deild pitsastykki og okkurt drekkandi í kaffistøðginum. Á spæliplássinum í miðbýnum bleiv sópað og ruddað. Á Sevmýri, við gamla TB-húsið, var gøtan niðan í Støðlarnar júst blivin hampað og í Froðba varð seinasta hond løgd á at hampa gamla vegin niðan á Stíggj, ið á sinni m.a. varð nýttur av skúlabørnum, ið gingu í Froðbiar Skúla á Hamri.
Bergur Jacobsen hevur verið arbeiðsformaður fyri Ung í arbeiði hesi seinastu árini og hevur tað riggað stak væl.
Tvøroyrar kommuna takkar ungdóminum, og Bergi, fyri enn eitt gott summar og fyri at hava gjørt sítt fyri, at býarmyndin er vorðin enn vakrari.
 
Á síðu Tvøroyrar kommunu, á Facebook, eru fleiri myndir at síggja, sí her 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo