19-07-2024
SPARKIVØLLURIN Í TRONGISVÁGI KLÁRUR TIL NÝTSLU
Nýggja graslíkið er nú komið á sparkivøllin við Ítróttarhøllina í Trongisvági og er klárt hjá ungdóminum, og øðrum við, at taka í nýtslu.
Vøllurin hevur altíð verið nógv nýttur, men nú nýtt undirlag er komið á, verður tað nakað heilt annað at nýta hann.
Fólk
frá Idé Møblum og Domo byrjaði at leggja undirlagið á í gjár og kl. 23 í gjárkvøldið var alt álagt og límað.
Í morgun kl. 5 varð byrjað at leggja sand og kork í vøllin. Tað eydnaðist áðrenn regnið byrjaði.
Birgir Andreasen, stjóri í Idé Møblum, lat sera væl at forarbeiðinum hjá Teknisku deild og Sp/f Bárður Hentze. Undirlendið var bæði slætt og gott, tá vøllurin skuldi leggjast á.
Nú sæst at kork er komið í vøllin, tí tað liggur á yvirflatuni. Tá vøllurin verður meira og meira nýttur, so fellur korkið longur inn í vøllin og fer ikki at síggjast eins væl.
Tvøroyrar kommuna takkar øllum, ið hava verið við til at fáa nýggja vøllin álagdan og ynskir øllum hjartaliga vælkomin at nýta snotiliga sparkivøllin í Trongisvági.