23-07-2024
SPÆLIPLÁSSIÐ Í FROÐBA
Nú er tað eftirhondini eitt sindur síðan, at kommunan er komin við einari dagføring um, nær spæliplássið í Froðba verður klárt til nýtslu hjá almenninginum.
Gongd hevur tó alla tíðina verið í málinum, og nú eru allir smálutirnir viðvíkjandi arbeiðstøku og veiting av fallundirlagi so smátt byrjaðir at fella uppá pláss.
Eftirsum kommunan kom í eina heldur keðiliga støðu í sambandi við upprunaliga veitaran av spæliplássinum, er ætlanin nú, at lokala fyritøkan
Sp/f Roest Múrarameistarar, í samstarvi við teknisku deild hjá kommununi, fara at gera økið rundanum spæliplássið klárt og leggja sermerkta fallundirlagið, sum er eitt krav á tílíkum spæliplássum.
Fallundirlagið er leverað av Sp/f JSS á Tvøroyri.
Fyrireikingarnar fóru í gongd í síðstu viku, og eru maskinur og tilfar, eins og aðrar neyðugar veitingar so sum vatn og arbeiðsstreymur, lagdar inn á økið.
Sjálvt arbeiðið byrjar beint eftir Ólavsøku.