Endamálið við ADHD kaféini er at fáa samband við fólk, sum eru áhugað í at vera sjálvboðin í ADHD felagnum í Suðuroy. Vit ynskja at fáa ADHD meira sjónligt í Suðuroy og ynskja tí at finna fólk, sum kunnu standa fyri 6-10 ADHD kaféum um árið.
Tað hevur stóran týdning fyri okkum at hava tilboð til limir í nærumhvørvinum, og vit vóna tí at fáa sjálvboðin, sum kunnu hjálpa okkum at fáa limakaféir, bólkar og onnur tiltøk upp at koyra í Suðuroynni eisini.
ADHD kaféirnar plaga at vera væl vitjaðar, og tað er altíð stuttligt og gevandi at møta øðrum við ADHD ella avvarðandi.