Fríggjadagin 10. aug. var fráfaringarløta í kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági, nú Póla Strøm gevst vegna aldur, eftir at hon hevur starvast í meira enn 30 ár hjá Tvøroyrar kommunu.
Póla Strøm hevur verði ein av ímyndinum á kommunuskrivstovuni, har hon hevur røkt fleiri álitisstørv eitt nú leiðari av kunningarstovuni, telefonavgreiðsluna, samskipa tiltøk á stevnum, skipa fyri merkisdøgum fyri starvsfólkum og borgarum, o.m.a.
Póla hevur kent hvønn tann einasta krók í húsinum, hon hevur kent fólkið í her býr, ung sum gomul, og hennara hjartamál hevur alla tíð verði, at øll skulu kenna seg væl móttikin á Tvøroyri. Borgarar, vitjandi og ferðafólk hava notið gott av fryntligu Pólu, ið ongantíð hevur givið sær fær um hvat klokkan var. Tá hennara telefon hevur ringt, og onkur hevur tørva hjálp ella vegleiðing, hevur Póla altíð svara óansæð tíð á døgni ella dag í viku. Póla hevur altíð verði klár 24/7.
Tvøroyrar kommuna takkar Pólu Strøm fyri trúfasta tænastu í 30 ár, og ynskir Pólu og Ólavi Strøm bestu ynskjir víðari á lívsleiðini.