Stákast verður í løtuni í Plantasjuni í Trongisvági, ið flestum kunnugt verður 100 ár í ár.
11 fólk frá Skógrøkt Landsins eru í gongd við at planta nýggj trø á støðum, har ódnir gjøgnum árini hava forkomið teimum gomlu trøunum.
Vónin er sjálvandi, at hesi trøini, við tíðini, fara at veksa seg høg og vøkur og geva sítt íkast til, at Plantasjan, ella Viðarlundin, ið nøkur nevna hana, framhaldandi skal vera eitt savnandi, vakurt stað í Tvøroyrar
kommunu.
Arbeiðið heldur fram í morgin, men nøkur trø koma at standa eftir, so borgarar og vitjandi annars, kunnu sleppa at planta eitt træ.
Sí annars skránna fyri hátíðarhaldið nú leygardagin 7. september,
her