TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-11-2012

Nýggj byggisamtykt fyri Tvøroyrar Kommunu góðkend

Innlendismálaráðið hevur í skrivi dagfest 15. november 2012 góðkend endurskoðaða byggisamtyktina fyri Tvøroyrar Kommunu.Tvøroyrar havn

Tvøroyrar Kommuna hevur síðani 2009 arbeitt uppá at endurskoða og broyta byggisamtyktina við tilhoyrandi plankorti.

Seinast byggisamtyktin v. plankorti varð broytt var í 2004, við endaligari góðkenning í 2007.

Tørvur hevur m.a. verið á at tillaga ásetingarnar soleiðis, at tær samsvara við reglur sum semja er um í Kommunusamskipan Føroya. Talan er t.d. um útrokning av byggi-og nettonýtslustigi, og reglugerð fyri uppsetan av vindmyllum til húsbrúk.

Økisásetingarnir

Økisásetingarnir eru broyttar, og har eru nú 12 økir afturímóti 6 økjum í gomlu byggisamtyktini. Eitt av økjunum, bústaðarøkið, er harafturat deilt sundur í 7 undirøki, sum hava standardásetingar til framtíðarbrúk.

Har er m.a. gjørt ein økisáseting ið eitur "traðarøki", og hon er ætlað til at loyva bygging av smærri bygningum við tilknýti til smálandbúnað.

Tað sum æt "havnar-og íðnaðarøki" í undanfarnu byggisamtyktini er nú deilt sundur í "havnarøki", "vinnuøki" og "neystaøki", fyri at fáa ásetingar sum neyvari samsvara við virksemið á økjunum.

Økið "Sethús og smáidnaður" er ikki til longur, men er spjadd út til økini "bústaðarøki", "almennar stovnar", "vinnuøki", "miðstaðarøki" og "miðstaðar- og havnaøki".

Eitt heilt nýtt øki er "Øki til frítíðarhús, húsvognar og tjalding".

Plankortið

Plankortið er tillagað samsvarandi nýggju økisásetingunum, og harafturat eru rættingar framdar soleiðis, at økini í nógv størri mun fylgja matrikulmørkum, ella í hvussu so er geva møguleika fyri skilagóð sundurbýti. Vegirnir eru skildir frá, og tað sama er lendi lagt av til veg. Har sum størri áir ikki hava sjálvstøðugt matrikul nummar, kann eitt fríøki vera lagt tvørtur í gjøgnum ein matrikul, og sostatt ikki fylgja matrikulmørkum.

Fríøkið er víðkað við 4.087.018 m2, ikki minst orsakað av at Hvannhagi er lagdur út sum fríøki.
 
Her ber til at heinta skjølini niður:
 
Almenn byggisamtykt 2012 (PDF, 405 KB)
 
Plankort til byggisamtykt 2012 (PDF, 4.5 MB)
 
Góðkenningarskriv frá IMR (PDF, 211 KB)
 
 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo