TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
16-09-2016

Parkerings-sona verður sett í gildi í miðbýnum

Frá mánamorgun 19. september kl. 8 verður parkerings-sona sett í gildi á Tvøroyri.

Talan verður um 1 tíma og 3 tímar tíðaravmarking á fleiri parkeringsøkjum ið liggja við Sjógøtu og Tvørávegi mitt á Tvøroyri. Tíðaravmarkingarnar hava gildi yrkadagar millum 8 og 17.

Ætlan er, at  bilførarar við ørindum í miðbýnum hava møguleika at seta bilin frá sær í einum stytri tíðarbili - so tætt at handilsøkinum sum gjørligt.

Parkeringsøkir ið liggja eitt sindur frá høvuðsgøtuni, fáa ikki tíðaravmarking, og tað er sostatt framvegis møguligt hjá starvsfólkum at parkera rímiliga stutt frá arbeiðsplássunum.

Tak kort niður her




Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo