Arbeiðið byrjar 9. mai og tekur uml. 2 vikur.
Í viku 19 verður byrjað at fresa, og heitt verður á bilførarar um at koyra varliga, bæði meðan arbeiðið fer fram og eisini í tíðarbilinum áðrenn asfalteringina í viku 20 , orsakað av nógvum kantum á koyribreytinum.
Borgarir, ið ætla sær at fáa okkurt hjá sær sjálvum asfalterað, skulu gera avtalu beinleiðis við Landsverk, Eydna Sandberg Mikkelsen, tlf. 290845, og fáa eisini rokning frá Landsverki.
Her er kort, ið visir økini, ið talan er um: Asfaltkort 2016 (PDF, 6MB).