TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
13-08-2019

Ávegis kunning um vatnveitingina

Kókitilmælið stendur við.  

Sum lýst í útvarpinum seinasta fríggjadag varð sent út kókitilmæli, tí brek var í ávaringarskipanini á vatnverkinum á Rananum. Sum fyrivarnisreglan ásetur skulu vit gera tað,  tí tá er møguleiki fyri fyri at bakteriur eru í drekkivatninum. Innanhýsis vatnroyndin vísti eisini at so var. Lýst varð í kringvarpinum og viðkvæmir brúkarar (sjúkrahús, heimatænasta osv) vórðu kunnaði.  Fríggjadagin og leygardagin skolaðu fólk frá sløkkiliðnum vatnleiðingarnar ígjøgnum og  vatnbrunnarnir eru tømdir og fyltir aftur við reinum vatni. Í dag verður nýggj innanhýsis  vatnroynd tikin og úrslitið fyriliggur um 48 tímar. Tórsdagin verður ein vatnroynd tikin sum skal sendast til kanningarstovu. Um úrslitið tá er okkum til vildar, kann kókitilmælið takast av aftur.

Brekið í ávaringarskipanini er umvælt, og el-installatiónin umløgd og tryggjað, so hetta ikki skal henda aftur. 

Vatnveitingin
 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo