Spæliplássið í Tvøroyrar Kommunu er nú opið aftur, eftir at nakrar umvælingar eru framdar. Tað er felagið Hjálpirót, ið eisini veitti kommununi spælipássið, ið stóð fyri umvælingini. Girðingarnar, ið blivu settar upp í farnu viku, eru nú tiknar burtur aftur.
Spæliplássið, ið lat upp í apríl, er beinanvegin vorðið ein týdningarmikil partur av býarmyndini hjá yngra ættarliðnum og tað er eisini sera nógv vitjað av fólki, ið ofta eru komin langan veg fyri at børnini skulu sleppa at royna tað.