TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-05-2020

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini

Býráðið hevur samtykt broyta byggisamtyktina soljóðandi:
 
  1. Matr.nr. 23c í Froðba verður broytt frá øki B1 (Bústaðarøki) til øki E, ið skiftir navn frá "Almennar stovnar" til "Alment endamál".

  2. Matr. nr. 23m í Froðba verður broytt frá øki B1 (bústaðarøki) til C (Vinnuøki).

  3. Matr. nr. 145a í Trongisvági, luturin í Beitinum og Fornarrætt, 1762 m2, verður broytt soleiðis at økið verður flutt frá fríøki til bústaðarøki.

  4. Ásetingarnir fyri øki E verða broytar soleiðis, at økið skiftir navn frá "Almennar stovnar" til "Alment endamál", og til eisini at umfata kirkjugarðar.
  
Almenna framløgan er frá 25. mai til 15. juni 2020 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og kærufreistin er 6. juli 2020.
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo