TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
23-05-2020

Linn Mohr Augustinussen nýggjur tekniskur leiðari.

Tvøroyrar býráð hevur sett Linn Mohr Augustinussen, í starv sum tekniskur leiðari í Tvøroyrar kommunu.

Linn er 44 ára gamal, og hevur útbúgving sum byggiverkfrøðingur. Hann hevur fjølbroyttar royndir innan byggivinnuna í Føroyum og uttanlands.  Seinastu 4 árini hevur Linn starvast sum verkætlanarleiðari hjá M.T. Højgaard.

Áðrenn hetta, hevur Linn m.a. starvast í 1 ár sum byggiverkfrøðingur hjá Varðin Pelagic. Og í meira enn 10 ár, hevur hann starvast uttanlands á fleiri byggiverkætlanum hjá Pihl, eitt nú den blå Planet og Metroselskabet I/S.

Linn Mohr Augustinussen er Tvørámaður, og uppvaksin á Hvítanesi. Hann er giftir Sára Eriksdóttir Augustinussen, eisini av Tvøroyri, og eiga tey 3 børn.

Tvøroyrar kommunu ynskir Linn Mohr Augustinussen vælkomnan í starvið sum leiðari av Tekniskudeild, og ynskir honum blíðan býr, nú hann byrjar í starvinum 1. juni 2020.

  

 




Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo