STARVIÐ
Dámar tær at leggja til rættis og arbeiða við ætlanum? So er Tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu møguliga títt nýggja arbeiðspláss.
Søkt verður eftir einum dugnaligum leiðara at standa á odda fyri teknisku deild hjá Tvøroyrar Kommunu.
Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har har tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga. Tú fert ábyrgdina av, at rokkið verður á mál, við teimum ætlanum, sum kommunan hevur sett sær fyri. Tú hevur fíggjarliga ábyrgdina av teknisku deild umframt at vera leiðari fyri starvsfólkunum á tekniskudeild.
STARVSKARMAR OG -INNIHALD
Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av tekniska økinum. Harumframt er leiðarin við til at menna Tvøroyrar kommunu saman við borgarstjóra, býráðslimum, kommunustjóra, leiðarum og starvsfólkum í umsitingini. Tvøroyrar kommuna miðar ímóti at veita góðar og skynsamar tænastur, og stremba verður eftir, at veita borgarum og vinnulívi bestu umstøður fyri menning og framburð. Hetta setir krøv til, at tekniski leiðarin hevur evni at arbeiða í eini politiskari skipan, og harvið kunna stuðla og ráðgeva býráðnum í ætlanunum at menna Tvøroyrar kommunu í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív.
HØVUÐSUPPGÁVUR
Høvuðsuppgávan hjá tekniska leiðaranum er at tryggja, høgt tænastustig, tíðarhóskandi umsiting, har dentur verður lagdur á nýhugsan, soleiðis at tekniska deild verður ein sjónligur partur av kommunalu fyrisitingini, ið veitur góðar tænastur til borgarar, vinnulív, politikarar og umsitingina.
Tekniski leiðarin stendur á odda fyri at leggja arbeiðið til rættis á teimum økjum, hann umsitur, og skal tryggja, at tey mál, sum býráðið hevur sett sær fyri, verða rokkin og verða framd innan fyri játtanarkarmarnar. Tekniski leiðarin skal eisini tryggja, at kommunan kann taka við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman á tekniska økinum.
Økini, sum tekniskileiðarin umsitur, eru m.a.:
ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Umsøkjari skal hava útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella aðra líknandi og viðkomandi útbúgving. Tú skalt duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum máli. Fyrimunur er um tú hevur leiðslu- og fyrisitingarligar royndir, og royndum frá líknandi økjum, sum tekniska deild umsitur.
PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Dentur verður lagdur á, at tú:
SETAN OG LØN
Starvið verður sett tann 3. juli 2023, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
UMSÓKN
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo -allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. juni 2023, kl. 12.00. -til møguliga setanarsamrøðu kann vera biði um revsiváttan og barnaváttan.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um mett neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.