TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
15-04-2024

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini á Sevmýri

 

 
Tvøroyrar Býráð hevur tann 25. mars 2024 samtykt at broyta byggisamtyktina soleiðis, at matr. nr. 16 á Tvøroyri verður broytt frá: Frítíðarøki  «F» til: Miðstaðarøki «A».

Talan er um gamla fótbóltsvøllin á Sevmýri á Tvøroyri og  gamla TB-húsið.

Ásetingarnir fyri Miðstaðarøki «A» kunnu lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu, men grundleggjandi verður økið lagt av til miðstaðarbygging, t.e. bústaðir, handlar, skrivstovur, samkomuhøli, heilsubótarstovur, gistingarhús, matstovur, smærri handverksfyritøkur o.t.

Almenna framløgan er frá 17. apríl til 8. mai 2024 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 31. mai 2024.

 

Lógarheimild: §6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum

Fylgiskjøl:

 

 




Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo