Tað hevur leingi verið vanligt at finna einstakar vespur á Tvøroyri, men í ár eru fleiri vespubýli funnin í miðbýnum, serliga í økinum við Kirkjubrekkuna.
Vespan hevur verið í Føroyum í uml. 25 ár nú, og tað var væntandi, at hon eisini fann leiðina til Suðuroyar.
Tískil er kommunan farin undir at veita týningarhjálp, og um tú hevur staðfest eitt vespubýlið á ognini hjá tær, ber tað til at senda eina fráboðan til tvoroyri@tvoroyri.fo ella at ringja til 611085.
Tín fráboðan verður beind beinleiðis víðari til aktingarmannin hjá kommununi, sum ringir til tín fyri at avtala vitjan.