Tvøroyrar Býráð samtykti 25. mars 2024 at broyta byggisamtyktina soleiðis, at matr. nr. 16 á Tvøroyri verður broytt frá: Frítíðarøki «F» til: Miðstaðarøki «A».
Talan er um gamla fótbóltsvøllin á Sevmýri á Tvøroyri og gamla TB-húsið.
Ásetingarnir fyri Miðstaðarøki «A» kunnu lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu, men grundleggjandi verður økið lagt av til miðstaðarbygging, t.e. bústaðir, handlar, skrivstovur, samkomuhøli, heilsubótarstovur, gistingarhús, matstovur, smærri handverksfyritøkur o.t.
Almenna framløgan var frá 17. apríl til 8. mai 2024 og tá ið freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, 31. mai 2024, hevði kommunan einki mótmæli ella broytingaruppskot fingið.
Sambært §7, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir skal kommunan kunngera byggisamtyktina, beinanvegin hon er góðkend.
Byggisamtyktin kemur í gildi beinanvegin.