FRÍTÍÐARSKÚLIN
Tú ert her: FRÍTÍÐARSKÚLIN << - GREINAR
Smærugøta 13
826 Trongisvágur
Tlf. 225894
kari@tvoroyri.fo
09-08-2020

BARNAGARÐURIN STEINGIR Í EINA VIKU

Nú korona aftur er staðfest í Føroyum, er neyðugt at seta tiltøk í verk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av koronasmittu.

Stovnar undir almannaverkinum, ellis- og røktarheim, og sjúkrahúsini hava avmarkað vitjunarmøguleikarnar, og Landsstýrið hevur gjørt av at skúlagongdin á hægru lærustovninum, ið skuldu byrja aftur í næstu viku, fyribils er útsett til mánadagin 17. August. 

Í hesum sambandi hevur Tvøroyrar kommuna gjørt av, at barnagarðurin Mýrifípan og frítíðarskúlin verða stongdir frá mánadegnum 10.08.2020, fyribils í eina viku og eftir ætlan fyrst lata upp aftur mánadagin 17. august.

BRÁÐFEINGIS ANSINGARTILBOÐ:

Fyri at tryggja, at týðandi lyklastørv t.d. innan heilsuverkið, almannaverkið, og røkt av alneyðugum tænastum av undirstøðukervinum framhaldandi eru virkin, er neyðugt, at starvsfólk, ið røkja slíkar uppgávur sleppa til arbeiðis. Tí  hevur leiðslan í Tvøroyrar kommunu avgjørt at stovna eitt undantaks bráðfeingis ansingartilboð, til slík starvsfólk, sum ikki uppá  nakran annan hátt hava aðrar møguleikar at finna ansing til síni børn, og sum hoyra til bólkin, sum lýstur er omanfyri.
 
Foreldur, sum halda seg koma undir treytirnar fyri at kunna brúka bráðfeingis ansingartilboðið, skulu, skjótast gjørligt og áðrenn kl. 12:00 mánadagin 10.08.2020, boðað Kari Petersen leiðara í barnagarðinum frá umvegis teldupost kari@tvoroyri.fo   -Neyðugt er at grundgeva fyri tørvinum á bráðfeingis ansing.
 

Støðan broytist skjótt, og tí er tað av stórum týdningi at vit øll fylgja støðuni tætt og eftirmeta so hvørt støðan broytist. Heitt verður á allar borgarar um at fylgja við á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu og á sosialu miðlunum hjá kommununi, har øll kunning verður løgd so hvørt sum støðan broytist. 

Upplýsast skal eisini, at ongi tekin eru um korona smittu á dagstovnaøkinum á Tvøroyri, men henda áheitanin er til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av koronasmittu.  

Tvøroyrar býráð.
Kristin Michelsen 
Borgarstjóri
 
 





Frítíðarskúlin, Smærugøta 13, 826 Trongisvágur - Tlf. 225894 - kari@tvoroyri.fo