Jón Bógi er útbúgvin skipsførari, og hevur siglt úti við Mærsk, umframt at hann hevur undirvíst á Sjónám í Klaksvík og á Martec í Frederikshavn. Hann og familjan er flutt aftur til Tvøroyrar, og hava keypt hús í Húsgarði í Trongisvági.
Á móttøku í býráðssalinum á Tvøroyri, hósmorgun 1. mai, nýtti Kristin Michelsen, borgarstjóri, høvið til at takka fráfarandi Havnarmeistaranum, Hjalgrím Vestergaard, fyri gott samstarv hesi seinastu 12 árini.
Eisini var Jón Bogi bjóðin vælkomin, og borgarstjórin ynskti nýggja havnarmeistarinum alla eydnu við starvinum.