16-10-2015
Strondin er okkara andlit úteftir

Tvøroyrar kommuna hevði aftur í ár sítt afturvendandi tiltak, sum eitur "ung í arbeiði". Hesuferð varð fokus sett á strondina, ið er andlit okkara úteftir og ábyrgd okkara inneftir við atliti til okkara ungdóm, ið skal taka yvir umhvørvið aftaná farnu generatión. Tvøroyrar Havn fekk stóran part av áðurnevndu verkætlan, og valdi tí at fara undir skipaða reinsan av strondini frá Tjaldavík á sunnara armi út til á Bø á norðara armi. Samlaða longdin er um 12 km í beinari linju, so her er talan um stórt strekki. Sigast má at ungu fólkini tóku uppgávuna sera álvarsligt, samstundis sum tey hildu at arbeiðsumhvørvið var spennandi, og saman við Páll Eli Joensen, ið luttók við báti sínum Hvannhólmi og jollu, fingu tey óivað eina hugnaliga og gevandi løtu. Í hvussu so er vóru umleið tíggju lastbilar við burturkasti koyrdir út í Trøllavík, og strond okkara,sum eisini er okkara stoltleiki, er vónandi klár til eitt árligt tiltak, ið gevur Trongisvágfjørði eitt prýði afturat tí, sum er givin av náttúrunnar hond. Ein góður biti frá Gaards Bakarí og kaffismakkur afturvið loysti upp fyri hugnaligari samrøðu. Eitt vóru vit samd um:Átakið eigur at gerast umaftur.