Børnini verða altíð væl móttikin av manningini, ið veruliga tykist at njóta tað, at skipa fyri einum tílíkum tiltaki. Hetta er ivaleyst eitt kærkomið frávik frá vanligu uppgávunum í tí baldruta Norðuratlantshavinum. Thetis F357 varð tikin í nýtslu 1. Juli 1991 og hevur verið í nýtslu síðan. Skipið er 112,3 metrar langt og 14,4 metrar breitt. Umborð búleikast 57 fólk og megnar skipið at flyta hesi aftur og fram við einari toppferð á 22 knob.
Sunnudagin 15. Februar eru tað so Tvøroyri og suðuroyarbørn, ið verða miðdepil fyri virkseminum hjá skipinum. Heitt verður á øll um at fylgja væl við tíðindunum undan føstulávint, tí talan er um eitt sjóverjuskip og mangt kann henda á sjónum, ið ger at ætlanirnar hjá skipinum mugu broytast.