TVØROYRAR HAVN
Tú ert her: TVØROYRAR HAVN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
Tlf. 371055
havn@tvoroyri.fo
10-04-2015

Íslendsk innrás á Trongisvágsfirði

 

Íslendsk innrás á Trongisvágsfirði

Eftir nøkrum vikum, har ferðslan á havnarlagnum hevur verið heldur lítil, kom brádliga vend í, tórsmorgunin.

Ikki færri enn trý stór, íslendsk uppsjóvarskip stevndu inn eftir Trongisvágsfirði og liggja í løtuni við nýggju djúphavnina á Tvøroyri. Chris Jan Michelsen, ið starvast hjá Tvøroyrar Havn, sigur, at skipini eru komin inn at bíða eftir betri svartkjaftafiskiskapi. Eins og í fjør, tá 5 skip lógu og bíðaðu á fjørðinum, so er svartkjafturin ov spjaddur í løtuni, til at vert er at fara eftir honum.

Í 2014 varð lagt til brots tann 14. Apríl. Óvist er sjálvandi, um tað verður júst sami dagur í ár, men tað er ikki óhugsandi. Íslendarir hava samband við onnur skip kring oyggjarnar og verður frætt at fiskurin hevur savnað seg, ja so halda skipini avstað beinanvegin.

Skipini, ið liggja her í løtuni eru: Vilhelm Thorsteinsson (79 m. langur og 17 m. Breiður), Beitir (76 m. langur og 13 m. Breiður) og so tann størsti, Børkur, ið er 81 metrar til longdar og 17 metrar breiður.

Chris Jan sigur, at í løtuni eru ikki fleiri skip fráboðaði, men tað kann skjótt broytast. Annars liggja nógvir russiskir svartkjaftatrolarar kring Suðuroynna og royna eftir svartkjafti. Hesir hava tó ikki fyri vana, at leita sær inn á fjørðin. Tann størsti av hesum er Admiral Shabalin, ið er 121 metrar til longdar og 20 metrar breiður.




Tvøroyrar havn, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - Tlf. 371055 - havn@tvoroyri.fo