TVØROYRAR HAVN
Tú ert her: TVØROYRAR HAVN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
Tlf. 371055
havn@tvoroyri.fo
13-06-2024

Broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu góðkend

 
 
 
Umhvørvismálaráðið hevur í skrivi dagfest 12. juni 2024 góðkent broyting í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu.
 
Talan er um broyting í byggisamtyktartekstinum: §29: Øki D: Havnarøki, stk. 4, verður orðað soleiðis: 
"Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar." 
 
Sambært §7, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir skal kommunan kunngera byggisamtyktina, beinanvegin hon er góðkend. 
 
Byggisamtyktin kemur í gildi beinanvegin.
 
Fylgiskjøl:
Almenn byggisamtykt 2024 - 2029 
 



Tvøroyrar havn, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - Tlf. 371055 - havn@tvoroyri.fo