VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI
Tú ert her: VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611080
info@tvoroyri.fo
18-12-2014

Jólahugni í viðarlundini í Trongisvági


Jólahugni í viðarlundini í Trongisvági verður leygardagin 20. desembur kl 17:00.

Aftur í ár, seytjanda árið á rað, skipar Tvøroyrar kommuna fyri jólahugna í Viðarlundini í Trongisvági. 

Jólahugnin í viðarlundini er eitt vælumtókt tiltak, ið fyri nógvar familjur er vorðin ein siðvenja og somuleiðis ein byrjan uppá jólafrítíðina.

Tað var Jonny Dimon, ið tá starvaðist á Kunningarstovuni, sum av fyrstani tíð tók stig til hetta tiltak. Tað var eisini hon sum saman við Kára Thomsen tók stig til at stovna Kunningarstovuna á Tvøroyri í 1993. Jonny var eisini drívmegin til at fáa Áargøtuna gjørda, tað er gøtan sum gongur frá Mýrunum í Trongisvági inni til viðarlundina, og nú seinnu árini er longd, so nú er gangandi allan vegin framvið hugnaligu og náttúruvøkru Stórá inn um Sterling. Hendan gøtan er til stóra gleði fyri allar borgarar, og verður nógv brúkt bæði summar og vetur.  

Tað er kunningarstovan á Tvøroyri sum samskipar jólahugnan í viðarlundini, eins og hon samskipar flest øll onnur tiltøk hjá Tvøroyrar kommunu.

Jólahugnin hevur verið væl vitjaður frá byrjan av, og er hetta eitt verðuligt familjutiltak, har fólk í øllum aldursbólkum eru við.

Viðarlundin er um hesa árstíðina prýdd við jólaperum, sum somuleiðis lýsa hugnaligu gøturnar millum trøðini upp, so væl er gangandi, sjálvt um myrkt er.

Hetta tiltak er eisini eitt gylt høvi hjá barnafamiljum og øðrum at kobla úr frá tí strævna gerandisdegnum, og njóta náttúruna og vakra umhvørvi í og runt viðarlundina.

Jólahugnin hevur ikki sum onnur tiltøk ein fastlagdan dag, tað er veður og vindur, ið avgera, nær tiltakið verður, sigur Póla Strøm dagligur leiðari á kunningarstovuni. Og seinastu vikurnar áðrenn jól, verður fylgt væl við veðurforsøgnunum, fyri at finna rætta dagin so tætt at jólum sum gjørligt.

Heitt kakao og bollar eru at fáa, og jólamenn vitja. Harafturat verður skipað fyri sangi, har harmonika og guitari luttaka.

Øll eru vælkomin !




Visit Suðuroy á Tvøroyri, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611080 - info@tvoroyri.fo