VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI
Tú ert her: VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611080
info@tvoroyri.fo
09-02-2015

Thetis bjóðar til tunnusláttur 15. februar


 
 
Tað er okkum í Tvøroyrar Kommunu ein sonn gleði, enn einaferð, at kunna bjóða børnunum í Suðuroynni til tunnusláttur hjá Donsku Sjóverjuni sunnudagin 15. februar kl. 14:00. Hendan siðvenjan hevur nú meir enn seksti ár á baki og í ár verður tað Thetis, ið kemur at vitja okkum. Thetis fer at liggja við nýggju djúphavnina á Tvøroyri og tiltakið byrjar kl. 14 og heldur fram til uml. Kl. 16:00.

Børnini verða altíð væl móttikin av manningini, ið veruliga tykist at njóta tað, at skipa fyri einum tílíkum tiltaki. Hetta er ivaleyst eitt kærkomið frávik frá vanligu uppgávunum í tí baldruta Norðuratlantshavinum. Thetis F357 varð tikin í nýtslu 1. Juli 1991 og hevur verið í nýtslu síðan. Skipið er 112,3 metrar langt og 14,4 metrar breitt. Umborð búleikast 57 fólk og megnar skipið at flyta hesi aftur og fram við einari toppferð á 22 knob.

Sunnudagin 15. Februar eru tað so Tvøroyri og suðuroyarbørn, ið verða miðdepil fyri virkseminum hjá skipinum. Heitt verður á øll um at fylgja væl við tíðindunum undan føstulávint, tí talan er um eitt sjóverjuskip og mangt kann henda á sjónum, ið ger at ætlanirnar hjá skipinum mugu broytast.

Hjartaliga vælkomin øll somul.



Visit Suðuroy á Tvøroyri, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611080 - info@tvoroyri.fo