VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI
Tú ert her: VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611080
info@tvoroyri.fo
10-07-2015

Sjórænaradagur fyri børnini 1. august

Trongisvágsfjørður verður karmur um eitt sera spennandi barnatiltak leygardagin 1. august! Hesin dagurin verður nú alment nevndur SJÓRÆNARADAGUR! Ms Thorshavn, við sjórænaramanning, fer stimandi av Hvítanesbrúnni kl. 14:00 við sjórænarakløddum børnum. Umleið kl. 15:00 verður skipað fyri skattajagstran á Tjaldavíkshólmi, ið hovbingar hava verið so beinasamir at lána okkum til tiltakið. Eftir jagsturin savnast vit til grill og felagssang á vestaru síðu av hólminum. 
Í ár er aldursmarkið 6-10 ár, fyri at luttaka í skattajagstrinum. Um pláss ikki verður fyri øllum børnunum á túrinum frá Hvítanesi, so verður restin sigld yvirum, frá brúnni í Tjaldavík. 
Øll, bæði foreldur og systkin, eru hjartaliga vælkomin at grilla við aftaná og verða tey eisini sigld yvirum frá brúnni í Tjaldavík. Ætlandi verður felagssangur eisini.
Tilmelding fer fram á tlf. 284480 og skal tað meldast til í seinasta lagi 24. juli. 
Tiltakið er ókeypis - einasta ynski er, at børnini møta sjórænaraklødd.



Visit Suðuroy á Tvøroyri, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611080 - info@tvoroyri.fo