Ferðslu dagføringar við Trongisvágsskúla eru í gongd frá mánamorgunin 28. oktober.
Tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu er byrja eina tilgongd, at fremja dagføringar á parkeringsøkið sunnan fyri Trongisvágs skúla, við ætlan um at økja enn meira um trygdina hjá børnum og teimum sum ferðast til gongu.
Fyrsti partur í ætlanini er uppsetan av ferðsluforðingum fyri betri at kunna stýra ferðsluni á økinum, har serligt atlit og framíhjárættur verður til avsetan og heintan av børnum, ið skulu í Trongisvágs skúla.
Hetta merkir í stuttum, at parkeringsøkið verður býtt í sonir, har langtíðar parkeringsbásar til starvsfólk o.ø. verður nakað burtur frá skúlanum, meðan stutttíðar parkeringsbásar verða merktir til avsetan og heintan av børnum tættari við skúlan.
Fólk verða á staðnum mánamorgunin 28. okt, kl. 07.30, sum vegleiða ferðsluna, og verður heitt á øll ferðandi um at vísa serligt ansni til børn og fólk til gongu.
Talan er um eina royndarætlan, sum verður eftirmett við nærri kunning í komandi viku.
Tekniska deild
Tvøroyrar kommuna