DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - GREINAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
02-11-2024

Kunning um ferðsluviðurskiftini við skúlan í Trongisvági.

Seinastu vikuna hevur tekniska deild gjørt royndir við at skipa og betra um ferðsluviðurskiftini við skúlan í Trongisvági.

Starvsfólk hjá kommununi hava saman við vaktarfólki frá VAKA vegleitt og stýrt ferðsluni í royndartíðini. Hetta hevur givið teknisku deild góða vitan um, hvussu økið kann dagførast, og hvussu ferðslan kann skipast enn betri. 

Eftirmetingarfundur hevur síðani verið í ferðslunevndini, har afturmeldingar og viðmerkingar frá skúlastýri og skúlaleiðslum eru viðgjørdar, saman við eygleiðingum frá royndartíðini.

Samanumtikið er niðurstøðan tann, at kommunan heldur áfram við núverandi ætlan, sum verður víðkað í stigum. Millum annað verður økið betri uppmerkt, og ferðsluskelti uppsett. Eisini er ætlanin at seta fleiri LED-ljóssteyrar á parkeringsøkið, eins og umhugsað verður at skipa økið við innkoyring og útkoyring á hvør sínum staði. -Meira kunning um hetta seinni, og so hvørt sum økið verður dagført-

Sum sæst á myndini, ið er viðløgd greinini, eru tvey økir -merkt við gulum strípum- sum  eru til av- og áskipan, har bilførarar kunna steðga í mesta lagið 5 minuttir í senn. Her kunnu foreldur steðga bilinum í styttri tíðarskeið, ímeðan børnini verða sett av ella avheintaði. Haðani kunnu børn ferðast trygt beinleiðis úr bilinum og inn á gongubreytina sunnan fyri skúlan, ella gjøgnum geilina, ið er vard av betongklossum vestanfyri parkeringsøkið.

Myndin niðanfyri vísur hvussu økið er skipað í løtuni.  

Heitt verður á bilførarar um altíð at vísa varsemi í ferðsluni, og at taka serlig atlit til økir við skúla- og barnagarðar.
 
Tvøroyrar kommuna 
Tekniska deild



Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo