VATNVEITINGIN
Tú ert her: VATNVEITINGIN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-12-2013

Vatnreinsiverkið í Støðlunum sett í gongd

Tórskvøldið varð seinasti møtrikkurin spentur fastur og vatnreinsiverkið í Støðlunum sett í gongd. Fólk frá Teknisku Deild í Tvøroyrar Kommunu, hava í eitt longri tíðarskeið arbeitt hart fyri at fáa hendan seinasta partin av vatnveitingini á Tvøroyri lidnan og tórskvøldið varð endiliga komið á mál.

Chris Jan Michelsen, starvsfólk hjá Tvøroyrar Havn og knýttur at arbeiðinum hjá Teknisku Nevnd á Tvøroyri, hevur saman við Nomatek staðið fyri at fáa reinsiverkið upp at koyra. Vatnbrunnurin í Støðlunum stendur fyri vatnveitingini til Sevmýris, Torvheyggs, Froðbiar og Hamars og kunnu fólk á hesum støðum nú gleðast yvir at fáa reint vatn á jólum. Reinsiverkið er ein sokallað pakkaloysn til minni kommunur, ið ikki hava tørv á einum stórum reinsiverki, eins og vit t.d. síggja í Tórshavn.

Reinsiverkið í støðlunum er annarleiðis enn høvuðsverkið á Rananum í Trongisvági. Meðan tað á Rananum savnar reinsað vatn í tangar og haðani leiðir tað út í býin, so fer vatnið úr Støðlunum beinleiðis, reinsað, út í rørleidningarnar. Vatnið rennur fyrst í brunnin, síðan inn í tangar, har tað verður reinsað við sandi. Úr hesum tangum fer vatnið út, verður strálað og fer síðan beinleiðis út til nýtslu, við einari orku á uml. 24 m3 um tíman.

Í fjørð var Tvøroyri fyri sannari kollvelting, tá stóra uppisjóvarvirkið Varðin Pelagic stóð liðugt á havnarlagnum og veruliga bar lýggjari vindar við sær fyri kommununa og fólkið her býr. Eitt so stórt virki krevur sera nógv reinsað vatn, og hevur tað verið ein trupulleiki, ið kommunan, saman við Varðanum Pelagic, hevur arbeitt miðvíst við fyri at fáa greiðu á. Nú reinsiverkið í Støðlunum er liðugt, kann tað nýtast sum ískoyti til høvuðsvatnveitingina og harvið vatnveitingina til havnarlagið. Kapasiteturin er øktur merkisvert og ger tað framleiðsluna hjá virkjunum á havnarlagnum tryggari.

Arbeiðið við vatnveitingini á Tvøroyri er tó ikki liðugt enn. Høvuðsvatnveitingin á Rananum í Trongisvági megnar at goyma uml. 1400 m3 av reinsaðum vatni og hevur kommunan ásannað, at hetta er alt ov lítið, nú vinnulívið blomstrar og fólkavøksturin tykist halda fram. Ætlanin er at útbyggja goymsluna á Rananum við á leið 4-5000 m3 afturat, men enn eru hesar ætlanir á tekniborðinum. Samstundis verður eisini eitt miðvíst arbeiði gjørt fyri at betra um og veksa um uppsamlingarøkini, ið leiða vatn til Ranan. Tvøroyri hevur í dag uppsamlingarstøð í Hvammabotni, Rangabotni, Hvannagjógv, Mannagjógv, Bláfossi og við Ranafoss. Hesi leiða øll vatn til Ranan, meðan Støðlarnar og Øravík eru sjálvstøðug uppsamlingarstøð. Nú reinsiverkið er liðugt, kunnu onkrar barnasjúkur væntast í byrjanini, men starvsfólkið er til reiðar at loysa trupulleikarnar, skuldu teir stungið seg upp.

Tvøroyri er størsta kommuna í oynni og eru avbjóðingarnar sjálvandi stórar fyri at tryggja øllum reint vatn. Tað, ið ger arbeiðið munandi størri, er at kommunan fevnir um eitt sera stórt og, ikki minst, langt øki – heilt ur Hamri og til Øravíkar. Mett verður at vatnveitingin á Tvøroyri fevnir um umleið 13 kilometrar av vatnleidningum, partar enntá dupultir har tørvurin er serliga stórur. Bara seinastu 4 árini hevur kommunan lagt á leið 5-6 kilometrar av nýggjum vatnleidningi.

Áðrenn vatnveitingin í Støðlunum veitti reinsað vatn, megnaði kommunan at veita umleið 85% av borgarunum reint vatn. Við nýggja reinsiverkinum er nú komið upp á 98% og eru seinastu tvey prosentini okkurt virki við egnari vatnveiting, ið ikki hevur tørv á reinsaðum vatni og okkurt einkult hús, ið liggur so mikið langt burtur frá kommunalu vatnveitingini, at tað enn ikki er knýtt í skipanina. Brunnurin í Støðlunum er bygdur miðskeiðis í fimti árunum og er við hesum uppgraderaður og tíðarhóskandi. Eftir er at gera økið rundan um brunnin liðugt og ymiskt smávegis á sjálvum brunninum.

Tvøroyrar Kommuna hevur við hesum tryggja sær, at vatnveitingin er til reiðar at taka ímóti størri avbjóðingum í einari kommunu í vøkstri bæði hvørjum vinnulívi og fólkatali viðvíkur.




Vatnveitingin, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - tvoroyri@tvoroyri.fo