06-07-2015
Vatnveitingin

Vatnskipanin hjá Tvøroyrar kommunu er undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Stravsstovuni, og í hesum sambandi verða vatnroyndir tiknar regluliga. Umframt royndir av vatnverkunum verða eisini virkir og stakroyndir millum býlingshús tiknar. Eisini verða royndir tiknar av vatninum áðrenn tað fer inn í reinsiverkið. Soleiðis verður alla tíðina fylgt við vatngóðskuni, og hvussu væl skipanin virkar. Síðani januar 2014 hava ikki verið staðfestar bakteriur í drekkivatninum, og kann sostatt staðfestast, at tað arbeiði, ið hevur verið prioriterað seinastu árini við at finna og útilokað at óreinsað vatn kemur inn í skipanina, hevur givið úrslit.
Við nýggju vatnveitingini eftir Brekkunum-Sjógøtu- Tvørávegur og samanbindingini Traðarvegur - Sornhúsvegur verða nú møguleikar at veita vatn út á havnarlagið, uttan at hetta nervar privatu húsarhaldini. Eisini fer at bera til at arbeiða uppá vatnleiðing uttan at bróta av til allan býin. Smáir 2 km av høvuðsvatnleiðing eru lagdir niður fyri at røkka á mál.
Viðlíkahald av vatnnetinum kemur tó ongantíð at halda uppat. Umframt lekar í samband við gomul jarnrør koma eisini í framtíðini at verða viðlíkahald av nýggjaru plastikk(PE)leiðingunum. Royndir vísa at plastikk niðurbrýtist skjótari enn áður hildið. Rørveggirnir gerast veikari og koma ikki at klára trýsti í longdini. Fyrstu plastleiðingarnar, ið vóru lagdar niður, mugu í dag roknast við at hava mist 30 % av upprunaligu styrkini og eru í summum førum klárar til útskifting.