VATNVEITINGIN
Tú ert her: VATNVEITINGIN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-09-2015

Óstøðug vatnveiting í Froðba

Tað hevur verið óstøðug vatnveiting í Froðba hesa vikuna, og sum við so nógvum øðrum er orsøkin ikki ein, men fleiri. Froðba er í bólki fyri seg sjálvan, og sjálvt um tað gevur fyrimunir, eru eisini vansar við at um nýtslan økist merkisvert, t.d við einum leka, ávirkar tað beinanvegin mongdina av vatnið, sum skal ígjøgnum reinsiverkið, ið jú hevur avmarkaðan kapasitet. 
 
Sostatt kunnu vit stutt siga:
 
  1. Áin ið verður nýtt til reinsiverkið í Støðlunum ber ógvuliga nógva evju og grús við sær. Serliga í august og septembur
  2. Ein skipan, íð skal taka hædd fyri hesum virkar ikki. Nýggjur innmatur kemur suður mánadagin 
  3. Ein leki, ið førir við sær óvanliga høga nýtslu, er onkunstaðni í Froðba. Fólk frá teknisku deild fara í dag at eftirhyggja høvuðsleiðingina, men um onkur er varugur við okkurt, vinarliga ringi á 611085. 
 
Nevnast kann, at um leiðingin eftir Traðarvegnum út til skúlan hevði verið liðug, kundi borið til at fyribyrgt hesum óhappinum við at tikið vatn frá  høvuðsverkinum inni á Ranannum. Tann leiðingin verður væntandi liðug og samanbundin um ein mánaða.
 
Til samanberingar kann eisini nevnast at vatnnýtslan um náttina út til Froðba er 9 ferðir hægri enn tilsvarandi í Fámjin.
 
Óreinsað vatn hevur  ongantíð undir óhappinum verið brukt at kompenserað við. Royndir til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna verða tiknir einaferð um nánaðin og næstu ferð er 28. í hesum. 



Vatnveitingin, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - tvoroyri@tvoroyri.fo