BYGGISAMTYKT
Tú ert her: BYGGISAMTYKT << - GREINAR
21-07-2023

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini fyri Tvøroyrar Kommunu -viðkan av havnalagnum-

Umhvørvismálaráðið hevur í dag 11. juli 2023 fráboða Tvøroyrar kommunu, at byggisamtyktin fyri havnarlagið á Tvøroyri er góðkend.
 
Hetta merkir at Umhvørvismálaráðið hevur gingið umsóknini hjá Tvøroyra kommunu dagf. 11. mai 2023 á møti og loyvt -samb. §4 í býarskipanatlógini-, at Tvøroyrar Kommuna broytir byggisamtyktina fyri havnarlagið á Tvøroyri frá verandi neystaøkið “G” til havnarøkið “D” samb. kortskjal.
 
Broytingin verður gjørd í samb. við at Tvøroyrar kommuna hevur fingið umsókn frá P/F Varðin Pelagic um bygging av protein- og lýsiverksmiðu á havnarlagnum eystan fyri verandi virkisbygning.
 
Landstýriskvinnan í umhvørvismálum upplýsir alment, at uppgávan hjá ráðnum er m.a. at staðfesta, um alt er farið fyrisitingarliga rætt fram, og upplýst verður, at alt er farið rætt fram í viðgerðini av umsóknini hjá Varðanum Pelagic.
 
Tvøroyrar Kommuna
 
 



Byggisamtykt