24-04-2019
Várframsýning á Seglloftinum 26. og 27. Apríl
Skráin í samband við Várframsýningina hjá kvøldskúlanum á Tvøroyri fríggjadagin og leygardagin tann 26. Og 27.apríl sær soleiðis út:
Fríggjadagin 26.apríl Kl.16.00 -20.00
Kl.16.00: Hurðarnar verða latnar upp
Kl.17.00: Anna Mortensen, eigari av Café Mormor og stovnari av Brikolasj setur framsýningina.
Eftir setanina lesur Shanice Davice yrking upp.
Shanice er ættað úr Jamaica og búsitandi á Tvøroyri og er næmingur í føroyskum fyri útlendingar.
Kl.17.15: Tvøroyrar Hornorkestur hevur konsert
Kl.18.45: Luttakarar úr Zumba holdinum hjá Anniku Jónsveinsdóttir sýna fram.
Kl.19.00: Prát við luttakarar sum hava luttikið á Heystglottum og Várglottum.
Kl.19:30: Hentzar og næmingar hansara enda kvøldið við harmoniku tónum.
Kl.20.00: Framsýning liðug.
Føroya stuttligasta digitala gestabók er sjálvandi á skránni aftur í ár og møguleiki er at
taka eina sjálvsmynd. Komið glað.
Leygardagin 27.apríl kl.14.00-16.00
Kl.14.00: Framsýniningin er opin og øll eru vælkomin - tó vera eingi innsløg leygardagin.
Møguleiki er at keypa sær kaffi/thé og køkur á Seglloftinum.