Nýggjastu tíðindi úr kommunini

3. oktober 2025
Nú veðurstøðirnar boða frá nógvum vindi í nátt, og serliga í morgin, verður heitt á borgarar og fyritøkur um at taka tað upp, ið liggur leyst og sløðist
30. september 2025
Kirkjuráðsval verður í Tvøroyrar kommunu, týsdagin 4. november 2025.
28. september 2025
Tvøroyrar kommuna leitar nú eftir nýggjum fíggjarleiðara, vegna at núverandi fíggjarleiðari gevst fyri aldur. Starvið er eitt týdningarmikið leiðarastarv í kommununi, har tú verður ábyrgdarhavandi fyri fíggjardeildini og partur av leiðslutoyminum.
28. september 2025
Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum starvsfólki til kunningar- og móttøkudepilin hjá kommununi. Talan er um fulltíðarstarv (40 tímar um vikuna)
21. september 2025
ALMENNUR BÝRÁÐSFUNDUR VERÐUR MÁNADAGIN 29. SEPTEMBER kL.17:00 Í BÝRÁÐSSALINUM Á TVØRAVEGI 37.
9. september 2025
Tvøroyrar kommuna í samstarvi við "Tín Djóralækna" Tvøroyrar kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna Tín Djóralækni v. Karina Poulsdóttir Debes og Christian John-Pedersen um veitan av regluligum viðtalum í Suðuroynni
22. august 2025
Áheitan til landsins myndugleikar um álvarsomu støðuna á Suðuroyarleiðini. -Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommuna vil við hesum gera vart við ta álvarsomu støðu og tað afturstig, sum øll Suðuroyggin – suðuroyingar, vinnan, ítrótturin og tænastur, sum virka og búgva her suðuri – eru sett í, nú Galaxy verður at avloysa Smyril í heilar 10 vikur.
6. august 2025
Altíð er tað ein fragd fyri eyga og nemur hjartað at síggja Merkið veitra yvir nýggj sethús. Hetta er ein sjáldsom sjón her um leiðir – men hetta ber boð um vón, treysti og trúgv á framtíðina
5. august 2025
Og ansið serliga væl eftir teimum, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur. Tann 13. august byrjar skúlaárið. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.
4. august 2025
Meðan Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er í feriu frá 5. til 18. august, røkir varaborgarstjórin, Anita Vibergsdóttir, starvið sum borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu hetta tíðarskeiðið. Tvøroyrar kommuna 4. august 2025
14. juli 2025
Almennur eyka býráðsfundur verður Tórsdagin 17. juli kl. 17.00.
10. juli 2025
Ítróttarhøllin í Trongisvági opin fyri foreldrum og smábørnum í summar 12. juli - 3. august. Í sambandi við at barnagarðurin hevur summarfrí og er stongdur í tríggjar vikur, hevur Tvøroyrar kommuna avgjørt – sum eina roynd – at hava ítróttarhøllina í Trongisvági opna fyri foreldrum og børnum niðanfyri skúlaaldur.