Heilsumiðstøð í Suðuroynni
5. september 2026
Framtíðar heilsumiðstøð í Suðuroynni
Nú málið um heilsumiðstøð í Suðuroynni hevur fingið størri almennan og fjølmiðlaligan áhuga, ynskir Tvøroyrar kommuna at lýsa orsøkina, endamálið og gongdina í málinum.
Tað er týdningarmikið, at málið verður sæð í sínum rætta samanhangi. Ætlanin um eina nýggja heilsumiðstøð er ikki sprottin úr einum ynski um eina ávísa staðseting, men úr einum fakligum tørvi á at framtíðartryggja kommunulæknatænastuna í Suðuroynni.
Málið um eina framtíðar heilsumiðstøð í Suðuroynni hevur sín uppruna í drúgvu avbjóðingunum við at manna kommunulæknastørvini við føstum læknum og tryggja borgarunum eina støðuga og samanhangandi læknatænastu. Ætlanin tekur m.a. støði í fundinum 30. desember 2024, har verandi og komandi kommunulæknar mæltu til eina nýggja, felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna og vístu á, at tað ikki var nøktandi bert at betra um og útbyggja verandi læknamiðstøðir í Vági ella á Tvøroyri.
Við hesum sum grundarlagi mentu Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur saman við BRIM Arkitektum eitt ítøkiligt uppskot til bygging av einari nýggjari heilsumiðstøð á Tvøroyri. Allar kommunurnar í Suðuroynni vórðu bodnar við í ætlanina. Hov, Porkeri, Vágur og Sumba svaraðu, at tær heldur ynsktu at halda fast við eina loysn, har verandi heilsumiðstøð í Vági verður útbygd.
Sostatt liggja nú tvær ymiskar loysnir á borðinum hjá landstýriskvinnuni, meðan yvirskipaða endamálið er: at framtíðartryggja kommunulæknatænastuna og heilsutænasturnar í Suðuroynni í samsvari við tørvslýsingina og ynskini hjá kommunulæknunum.
Heilsu- og orkumálaráðið hevur boðað frá, at landsstýriskvinnan metir tað vera skilabest, at ein tíðarhóskandi heilsumiðstøð verður í Suðuroynni til gagns fyri allar borgarar í oynni, og at avgerðin um staðsetingina verður tikin við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 66 frá 28. apríl 2025.
Ein longri greining niðanfyri lýsir tilgongdina, fakliga grundarlagið, lógarheimildirnar, kommunalu samtyktirnar og tær fyriliggjandi loysnirnar.