UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
09-02-2017

Jannik Kambskarð Dalfoss heiðraður

Hátíðarløta var í Ítróttarhøllini í Trongisvági hin 30. januar, tí Tvøroyri hevur fostrað enn ein ítróttarúrmæling – Jannik Kambskarð Dalfoss var júst afturkomin av flatlondum, við einum flottum bronsuheiðursmerki um hálsin. Heiðursmerkið vann hann í Danmarksmeistarakappingini í inniróðri.
Í harðari kapping við unglingar úr Danmark, ið hava róð kanska 6-8 ár longri enn Jannik, megnaði ungi tvøradrongurin at blanda seg heilt upp í oddin. Tvøroyrar Kommuna var til staðar í Trongisvági: Varaborgarstjórin, Anita Vibergsdóttir, segði nøkur orð og handaði Jannik eitt heiðursbræv og eina gávu. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, var eisini til staðar, fyri at siga til lukku. Á hátíðarløtuni, ið FSR hevði skipað fyri, var okkurt gott til góman og formaðurin í kappróðrarfelagnum, Tóki Niclasen, helt eina røðu. Pápi Jannik, André Dalfoss, helt eisini eina røðu fyri soninum.
Vit hittu fryntliga bronsuvinnaran, og pápan, og fingu eitt prát um tilgongdina til DM og um framtíðar ætlanir og vónir.
Jannik er í dag 13 ára gamal og byrjaði at rógva fyri 2 árum síðan. Linn Augustinussen, ið tá var í nevndini í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, hevði lokkað nakrar unglingar út í neystið, fyri at vísa teimum hvat kappróður er. Væl má hava gingist, tí Jannik og nakrir aðrir unglingar, byrjaðu at rógva við Firvaldi í barnaróðri. Jannik vísti skjótt serlig evnir í inniróðri og longu 21. November 2015 vann hann Grand Prix kappingina í Klaksvík fyri dreingir 12 ár. Róð varð í 4 minuttir og Janniki róði 986 metrar ímóti 863 metrar hjá honum, ið varð nummar tvey. 16. Januar 2016 róði hann 999 metrar á somu tíð, meðan nummar tvey róði 874 metrar. Nú í ár, 7. Januar á Argjum, vann Jannik aftur og róði heilir 1105 metrar uppá 4 minuttir.
Sigurin 7. Januar førdi við sær, at Jannik fekk møguleikan at royna seg til DM í inniróðri í ár. Góðu úrslitini her á landi og so ein pápi, ið stuðlaði honum fult og fast, vóru øll við til at fáa Jannik til at taka avgerðina um at fara.
Jannik er úr einari kappróðrarfamilju: Pápin er kendur róðursmaður her á staðnum og bæði mostrar og fastrar hava róð við bátunum hjá FSR, so stuðulin hevur ikki skortað frá teimum nærmastu. André hevur staðið við hansara lið óteljandi ferðir og hjálpt til og seinastu 10 dagarnir áðrenn Jannik fór til Danmarkar, fekk hann hjálp frá einari aðrari róðrarkempu, Bjarna Hammer, ið hevur vunnið mangar medaljur við Tvørabátinum og Suðuroyinginum. Jannik metir, at hjálpin frá Bjarna gjørdi, at hann fekk tikið tað eyka á, ið skuldi til fyri at vinna heiðursmerkið.
“Venjingin var sera hørð”, sigur Jannik – “eg merkti tað í øllum kroppinum, at nú var venjingin harðari”. Bæði André og Jannik meta, at høvdu teir vant soleiðis í longri tíð, so er eingin ivi í at silvurplássið var ein møguleiki. Jannik róði heilir 1144 metrar uppá 4 minuttir í Danmark – eitt megnar avrik! Uppá 14 dagar hevði hann betrað sítt egna met, við yvir 30 metrum og tey, ið kenna til ítróttin, vita hvussu nógv tað krevur at betra síni met.
Jannik fortelur, at tá hann kom til Danmarkar, so vóru rógvararnir býttir upp eftir úrslitum. Úrslitini hjá Jannik høvdu við sær, at hann var mettur at hoyra til í lægra endanum. Fáir danir máttu tí rokna við nøkrum skreytum frá blaðunga tvøramanninum. Jannik nevnir til stuttleikar, at hann, ið bleiv nummar 4, var í øðini yvir at hann ikki megnaði heiðursskamlunum.
Pápin sigur, at tá Jannik skal vísa hvat hann kann, ja so ger hann tað! “Jannik er sera vitandi um hvat hann sjálvur megnar, men hann fær nógv burturúr góðari vegleiðing. Hann hevur ongantíð havt nakra venjingarætlan fyrr enn nú, tá Bjarni byrjaði at hjálpa honum”. Spurdur, um hann metir at sonurin kann megna enn betur úrslit, so sigur André, at tá Jannik kann betra seg við yvir 30 metrum uppá 14 dagar, so er einki ógjørligt!
Vit fara at geva André rætt – Jannik tykist sum ein, ið veit hvat hann sjálvur kann og vil, hann leggur ikki fingrarnar ímillum tá hann svarar: “Við rættari venjing, so klári eg í hvussu er nr 2”. Ein raskur og ágrýtin drongur, ið foreldur og familja sanniliga kunnu vera stolt av. Vit í Tvøroyrar Kommunu eru stolt av at eiga tílíkar úrmælingar og vit fara at ynskja Jannik og familju, bestu eydnu komandi árini. Við tílíkum áræði og evnum kemur tú langt!

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo