11-06-2018
Virðisgrundarlagið hjá Tvøroyrar kommunu er soljóðandi:
Samstarv – við virðisorðið samstarv meina vit:
- at býráð, umsiting og rakstrarstøð arbeiða tætt saman við virðing fyri funktiónunum hjá hvørjum øðrum soleiðis at borgarar fáa bestu tænastuna.
- at vera í konstruktivum og regluligum samskifti við borgarar, vinnulívið og áhugapartar annars.
- at virða týdningin av samstarvi sum ein fyritreyt fyri menning av kommununi.
Álit – við virðisorðið álit meina vit:
- at vera álitisvekjandi inneftir mótvegis leiðslu og starvsfólkum og úteftir mótvegis borgarum, vinnulívið og áhugapørtum annars.
- at virða ymiskleikan hjá hvørjum øðrum bæði persónliga og fakliga.
- at hava álit á hvørjum øðrum.
Tryggleiki – við virðisorðið tryggleiki meina vit:
- at borgarar – ung sum eldri – føla seg trygg í gerandisdegnum.
- at fyribyrgja og taka hond um øll sløg av hendingum fyri at minka um váðan í kommununi.
- at kommunan verður rikin á einum burðardyggum grundarlagið.
Fakligur førleiki – við virðisorðið fakligur førleiki meina vit:
- at borgarin, vinnulívið og áhugapartar annars fáa eina tænastu, sum er professionell, lóglig og saklig.
- at starvsfólk og leiðslur hava høgan fakligan førleika og integritet.
- at starvsfólk og leiðslur eru nýhugsandi og bróta upp úr nýggjum.
Umhugsni – við virðisorðið umhugsni meina vit:
- at borgarin, vinnulívið og áhugapartar annars fáa ein rættvísa, javnsetta og virðiliga tænastu.
- at borgarin, vinnulívið og áhugapartar annars uppliva kommununa til at vera fyrikomandi, tænastusinnaða og nærverandi.
- at borgarin er í miðdeplinum í virkseminum hjá kommununi.