Ársins tiltak, ið fer fram í Spælistovuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági fríggjadagin 10. Mars frá kl. 16:00 – 18:00 , er sera áhugavert, ikki minst tí at fleiri kendir tónleikarir leggja leiðina framvið.
Úr Hvalba kemur Svein í Prestgarði, ið fyri stuttum gav fløgu út, ið gjørdist sera væl umtókt. Lokalu Tróndur Enni og Lív Næs vitja eisini, við teirra glaða og lívsjáttandi tónleiki. At enda, men ikki minst, kemur Eyðun Nolsøe – Eyðun hevur, bæði sum solistur og partur av Frændum, staðið fyri einari ørgrynnu av løgum, ið eru vorðin fólkaogn.
Dagrøktararnir vóna at fólk taka væl ímóti tiltakinum og leggja leiðina framvið Spælistovuni. Kaffi og køkur verða at fáa, samstundis sum tað sjálvandi er møguleiki at stuðla Krabbameinsfelagnum við einari peningagávu.