UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
18-04-2018

Landsbókasavnið á vitjan

Ónsdagin 11. apríl, vitjaðu Sólvør Henriksen og Tanya Mølle bókasavnið á Tvøroyri. Sólvør hevur ábyrgdina av føroyadeildini á Landsbókasavninum og er tað hennara uppgáva at savna alt føroyskt tilfar inn, t.d. eisini tílíkt, ið einans finst á netinum.

Tanya hevur ábyrgdina av at savna inn bøkur og tíðarrit og er eisini kontaktpersónur til “bygdirnar”, sum hon málbar seg.

Eftir áheitan frá Martin S. Eidesgaard, bókavørði á bókasavninum á Tvøroyri, vóru tær komnar suður at leggja lag á, nú brúkararnir skulu skrásetast í nýggjari skipan. Eileen í Smiðjuni, ið er í starvi hjá Tvøroyrar Kommunu, varð, eins og Martin, lærd upp í at skráseta bøkur í skipanini hja Landsbókasavninum. Ein ørgrynna av bókum skal skrásetast, soleiðis, at alt kann arbeiða saman við skipanini hjá Landsbókasavninum.

Tær hjálptu eisini til við ráðum um, hvørjar bøkur eiga at standa frammi, og hvørjar kunnu verða arkiveraðar, tað eru bøkur, ið næstan ikki verða nýttar.

Vitjanin er eisini íkomin sum ein liður í dagføringini av bókasavninum á Tvøroyri. Ynskið er, at bókasavnið við tíðini gerst meira nútímans og dagført – høvuðstankin er eisini, at savnið kann fáa eina aðra plasering og gerast eitt veruligt býarbókasavn, har fólk kunnu støkka inn og njóta ein kopp av kaffi og lesa tíðarritini.

Báðar vóru á einum máli um, at plaseringin er sera óheppin. “Bókasavnið er goymt burtur frá borgarunum og er sera handikapp-óvinarligt”, søgdu tær. Tær siga, at ein staðseting mitt í býnum er tað rætta, soleiðis at ein fær kafé-umhvørvið inn á savnið, tí tað er tað, ið fólk ynskja í dag. Annars søgdu tær, at útlánstølini eru minkandi kring alt landið.

Tær vóru væl nøgdar við dagin og søgdu, at bæði tær og tey, ið eru knýtt at bókasavninum á Tvøroyri, høvdu fingið væl burturúr. Næst á skránni hjá teimum, áðrenn leiðin lá til Havnar aftur, var ein vitjan í Miðlatúni í Vági.





Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo