21-12-2018
Nýggjárið 2018/19
Eins og undanfarin ár, verður skipað fyri stórum nýggjárshaldi á Tvøroyri.
Kl. 14:00 byrjar árliga pílagrímsferðin niðan á Oyrnafjall. Túrurin byrjar við verkstaðið hjá Simo við Gamlansá, á adressuni Hvammavegur 48a. Øll taka okkurt smávegis við, ið fyrireikararnir hava stillað klárt og so verður farið til gongu.
Vakra fjallið hevur eitt einastandandi útsýni yvir Trongisvágsfjørð. Túrurin niðan verður gingin í tí, ið er eftir av dagsljósi. Komin niðan á toppin, verður bál tendrað og fýrverk skotið. Komin omanaftur, bjóðar Tvøroyrar Kommuna heita suppu. Túrurin er sera væl umtóktur og okkurt árið hevur verið heilt upp í 180 luttakarir. Ein sera góð byrjan uppá ein góðan og innihaldsríkan dag.
Í seinasta lagi kl. 23:15 møta fólk inni í Oldurdalinum, til kyndlagonguna. Trongisvingar, og onnur góð fólk, hava gjørt kyndlar klárar til stóra bálið í Trongisvági. Nakrir smærri kyndlar eru eisini tøkir, tó ikki til tey heilt smáu. Øll eru hjartaliga vælkomin at verða við og gongur kyndlagongan úteftir til bálið, sum í ár er ein bátur. Sigast skal frá, at í ár er ikki loyvt at koma við brenni til bálið.
Á slagnum 24:00 skjýtur sjóverjuskipið HDMS Vædderen trý skot við signalkanónini. Tá hesi trý skotini hava ljóðað, verða kyndlarnir blakaðir á bálið.
Beinanvegin bálið er tendrað, byrjar risastóra fýrverksshowið hjá gamlaársnevndini og samstundis kunnu vit eygleiða árstalið 2019, ið brennur á fjallasíðuni niðan móti Oyrnafjalli, ið Pól F. og hjálparfólk hava staðið fyri.
Eftir fýrverkið, eru øll hjartaliga vælkomin í skúlahøllina í Ítróttarhøllini í Trongisvági, har ábit, sjampanja og okkurt drekkandi til børnini, verður at fáa.
Hjartaliga vælkomin til nýggjárshald á Tvøroyri.
Á myndini sæst, júst hvar bálið verður - har tann appilsinguli bletturin er.