Í drúgva tíð hevur verið arbeitt miðvíst fyri at fáa skapt eina spennandi og fjølbroytta skrá fyri mentanarnáttina - nú er komið á mál.
Skráin er sera umfatandi og inniheldur m.a. barnatiltøk, fyrilestrar, framsýningar, gongutúr, kappingar og tónleik. Longu nú er talgilda útgávan tøk og til ber bæði at blaða í henni her https://bit.ly/2WXJqmB og at taka hana niður sum pdf her. (PDF 4,9 MB)
Tað er okkara vón at fólk taka eins væl móti mentanarnáttini í ár, sum tey hava gjørt undanfarin ár. Vit eiga ein livandi bý og tað er okkum ein stór gleði at vinnurekandi, stovnar og feløg hava tikið so væl undir við tiltakinum.
Setið tykkum ein kross í kalendarin tann 31. mai – vælkomin á mentanarnátt á Tvøroyri.