Seinastu mongu árini hevur Elisabeth Pearce verið fast “innbúgv” í læknamiðstøðini á Tvøroyri. Eftir at hava arbeitt í fiskivinnuni og við ymiskum reingerðararbeiði, byrjaði Elisabeth í 1982 at gera reint í læknamiðstøðini á Tvørábakka
Umstøðurnar tá vóru nakrar heilt aðrar enn í dag og høvdu neyvan verið góðtiknar nakrastaðni, skuldi ein mett tær við nútíðar eygum. Elisabeth treivst beinanvegin væl, ikki minst tí at hon hevði gott fólk rundan um seg.
Í 1995 flutti Læknamiðstøðin niðan har hon er nú, við Suðuroyar Sjúkrahús. Elisabeth hevur altíð dámt væl arbeiðið, ikki minst tí at hon hevur kunnað stýrt arbeiðsgongdini sjálv. Starvsfólkini hava altíð verið fryntlig at hava við at gera og einasta kravið hevur verið, at tað skal vera reint dagin eftir – og tað hevur tað altíð verið. Her hava læknarnir altíð víst henni stórt álit.
Elisabeth fer nú at hugsavna seg um heimið og ommubørnini, ið eru dúgligir gestir í hugnaliga heiminum í Valinum á Tvøroyri.
Hon minnist arbeiðsplássið sum eitt sera gott arbeiðspláss, við góðum fólki rundan um seg. Fyri henni var arbeiði tryggleikin – har visti tú altíð at lønin kom til tíðina og at alt var sum tað skuldi vera. Nakað, ið hon virðismetti eyka nógv, eftir at hon bleiv einkja.
Tvøroyrar Kommuna takkar Elisabeth fyri trúgva tænastu og ynskir henni alt tað besta í framtíðini.