Tey, ið eru komin framvið søguligu Gestastovuni hjá T.F. Thomsen í seinastuni, hava varnast, at arbeiðsmenn hjá kommununi hava verið í gongd við umlegging av vatnleiðingini og at SEV hevur lagt fleiri nýggjar háspenningkaðlar frammanfyri bygninginum. Gongubreytarkanturin er umvældur og hampað er eisini frammanfyri hurðini, soleiðis at tú stígur eitt trin niður frá gongubreytini, áðrenn hurðin verður latin upp.
Bygningurin er søguligur. Bygdur í 1843 av Kongaliga einahandlinum, til at kunna hýsa fólki, ið komu langan veg frá til handils. Bygningurin stóð tá, so at siga, í møluni og bleiv nýttur av millum annað hvalbingum, vágbingum og øðrum avbygdafólki, ið kom til handils antin til gongu yvir fjøllini, ella við árabáti. Onkuntíð gjørdist veðrið keðiligt, ella dagurin seinur og tí valdu fólk at yvirnátta.
Tá vóru 8 koyggjur inni, eitt lítið borð og ein eldstaður. Húsið var í nýtslu fram til uml.fyrra heimsbardaga. Í dag eigur Tvøroyrar Bygda- og Sjósavn húsið og eru teir í ferð við at gera húsini í upprunastand. Hetta tekur tó tíð og kostar pening og tí fáast teir ikki at siga, júst nær húsið er liðugt.
Nú eru umstøðurnar uttanfyri dagførdar og spennandi verður at fylgja gongdini hjá ídnu fólkunum handan Savnið á Tvøroyri.