Kommunuvalið 2020
Atlit tikin til Korona Covid-19 smittuvandan
Nú kommunuval er í hondum, vilja vit við hesum kunna um, hvørji atlit vera tikið til fyribyrging av Korona smittu í valhølinum, soleiðis at fólk kunnu kenna seg so trygg sum gjørligt, tá atkvøtt verður.
Valstaðið
Valstaðurin er, eins og vanligt hevur verið seinastu mongu árini, skúlahøllin í Trongisvági.
Inngongdin er einans í vestara enda av bygninginum, tað er tann síðan, ið vendur ímóti barnagarðinum Mýrifípan.
Beinanvegin fólk koma inn í gongina, verður heitt á øll um at spritta sær um hendurnar. Spritt stendur klárt við inngongdina, og um fólk ynskja sjálvboðið at bera andlitsmasku og einnýtishandskar, verður hetta útflýggjað eftir ynski.
Fólk verða síðan víst inn í skúlahøllina, har atkvøðugreiðslan fer fram. Heitt verður á fólk um at halda frástøðu, og merkir eru á gólvinum sum vegleiða, eins og skeltað verður hvussu fólk skulu stilla seg í bíðirøðir.
Tá komið verður til borðið hjá valnevndini, er aftur møguleiki at spritta sær hendurnar, áðrenn valkortið verður latið til valnevndina.
Veljarin fær eftir hetta frá valnevndin útflýggja atkvøðuseðilin og ein pen at hava við sær inn í valklivan, sum skal brúkast til at seta X við flokkin ella valevnið á útflýggjaða atkvøðuseðilinum inni í valklivan.
Tá veljarin hevur avgreitt sína atkvøðu, skal atkvøðuseðilin latast í atkvøðukassan og pennurin verður latin í eitt ílat beint við atkvøðukassan.
Pennarnir verða sprittaðir eftir nýtslu og verða endurnýttir, eins og atkvøðuklivarnir verða reingjørdir og sprittaður við jøvnum millumbili.
Eftir atkvøðugreiðsluna skulu fólk skjótast fara út í forhøllina, har tað tað ber til hjá teimum sum hava atkvøðurætt til skúlastýrisvalið, at avgreiða sína atkvøðu til skúlastýrið.
Fyri at sleppa undan at fólk savnast í størri tali og harvið kunna økja um smittuvandan, verður mælt fólki til at fara úr valhølunum aftur skjótast gjørligt, eftir at atkvøðugreiðslan er liðug.
Áðrenn farið verður út úr valhølinum – (Ítróttarhøllini), skulu maskur og handskar latast í tey uppsettu ruskíløtini, har tað eisini ber til at spritta sær hendurnar.
Útgongdin er úr skúlagongini og niðan móti sparkivøllinum.
Parkering
Heitt verður á fólk um at nýta parkeringsøkini sunnanfyri og vestanfyri skúlahøllina (merkt upp við grønum). Beint við inngongdina, ber til at parkera hjá teimum, ið hava serligan tørv – eitt nú eru illa gongd, nýta koyristól o.a.t. (uppmerkt við bláum). Hýruvognar nýta parkeringsøkið, ið bussarnir vanliga nýta, beint vestanfyri inngongdina. (merkt upp við gulum)
Eftirlitsfólk/ráðgevarar um ásetingarnar
Eftirlit og leiðbeining verður við parkeringsøkinum, og tilmælinum inni í valhølunum.