UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-08-2021

Kunning frá IRF, nú nátatíðin er í hondum.

Kunning frá IRF:
Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar
Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.
Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:
• Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
• Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
• Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her. https://irf.fo/endurnytsluplass/?menuid=1018
Fyribyrging av nátasjúku:
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku. https://tinyurl.com/bdurkaku
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo