UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
27-08-2021

Vatnveitingin á Tvøroyri riggar væll, íløgurnar síggjast nú aftur

Heilsan frá vatnmeistaranum, Chris Jan Michelsen.
Summarið er farið at halla við góðum kvøldarstundum og dýrdarveðri. Her á Tvøroyri hevur tað verið sermerkt, tí á havnarlagnum hevur fiskaarbeiði verið á báðum virkjunum, og hóast óstøðugt til tíðir er árið í ár nakað serligt. Vit hava hoyrt um vatntrot aðrastaðni í Føroyum, men á Tvøroyri hevur ongantíð verið umhugsað at biðja fólk um at spara uppá vatnið. Nýggju brunnarnir, sum Tvøroyrar kommuna setti upp, hava bøtt nógv um umstøðurnar í turrveðri á sumri. Saman við øktum viðlíkahaldi á vatnleiðingini og tað at virkini gjøgnumhugsa vatnsparingar ger, at tað ikki longur er óhugsandi at hava nógv virksemi á havnarlagnum, eisini um summarið. Tvøroyrar kommuna hevur í nógv ár samtykt stórar íløgur í vatnveitingina fyri at gera hana so álítandi og trygga sum møguligt, og í ár er heldur einki undantak. Seinni í ár verður partur av UV-skipanini skiftur út við nýggjastu tólunum, og leiðingsskipanin verður víðkað við umleið 800 metrum.
Í vikuni hava sløkkiliðsmenn tømt brandpostar í kommununi, og tað er eisini ein partur av viðlíkahaldinum av høvuðsleiðingini umframt at tað bøtur um tryggleikan, tí allir postar verða royndir. Byrjað varð fyri fimm árum síðani at gera hetta á hvørjum árið, og framyvir verður tað gjørt tvær ferðir árliga.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo